Trivnaður og lívsgleði hóast viknað minni

Týsdagin 26. oktober var samkoma fyri innbodnum á Dalavegi 4 í Havn í sambandi við at "Miðstøðin fyri minnisveik" varð tikin í nýtslu, og leygardagin 30. oktober var var opið hús fyri almenninginum

Í hugnaliga dagheiminum "Miðstøðin fyri minnisveik" á Dalavegi 4 var skipað fyri samkomu týsdagin 26. oktober, har umleið 60 fólk vóru møtt.

Sigrún Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum, beyð øllum at vera vælkomin og segði, at hetta var ein stórur dagur fyri tey, sum varða av Alzheimerfelagnum.

Tónleikur var spældur av MC Restorff, og røður vórðu hildnar av Hans Paula Strøm, landsstýsrismanni í almannamálum, Jan Christianen, borgarstjóra, og Ernu Háberg, leiðara á heiminum.
Birita Mohr las tvær yrkingar, meðan Maiken Háberg Hansen spældi undir á guitara.

Sigrún Mohr segði m.a. í røðu síni, at tað var eftir pallborðsfundin altjóða alzheimerdagin tann 21. september 2002 , at hugskotið kom til hesa verkætlan. Vit kunnu í dag ásanna, at munurin millum tað ómøguliga og tað, sum ber til, er, at vit ikki gevast á hondum.

Alzheimerfelagið hevur sum sína fremstu uppgávu at taka sær av áhugamálunum hjá teimum minnisveiku og teirra avvarðandi. Felagið er 3 ár og hevur yvir 300 limir.

Miðstøðin fyri minnisveik er eitt dagheim á tann hátt, at tann einstaki brúkarin verður persónliga stimbraður, soleiðis at gerandisdagurin fær meiri innihald við tí fyri eyga, at hann verður verandi í egnum heimi so leingi sum gjørligt. Eisini at lætta um hjá teimum avvarðandi, so at tey kunnu fara til arbeiðis ella fáa eina fríløtu. Stovnurin leggur stóran dent á samstarv við tey avvarðandi, at stuðla teimum og at upplýsa tey.

Plássini kunnu býtast ímillum 10-12 fólk eftir tørvi.