Trivnaður í fremstu røð

- Vit vilja geva grannaløgum, býlingum og borgarum annars umstøður at savnast, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Vága kommuna arbeiðir við trivnaðarøkjum og spæliplássum, og tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar í kommununi, verða hesi eisini partur av nýggju økjunum.

 

- Endamálið er at geva grannaløgum, býlingum og borgarum annars umstøður at savnast.

 

Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu vísir á, at í Sørpum í Sandavági liggur FIFA-vøllurin sunnan fyri býlingin, og her verður arbeitt við at gera trivnaðarøki.

 

- Norðuri á Heiðum í Miðvági er stórt spælipláss, har kommunan hevur goldið fyri tilfar, og síðan hava grannaløgini sjálvi skipað økið. Í Vatnsoyrum hava vit trivnaðarøki við eitt nú borðum og benkrum.

 

Rósa Samuelsen sigur, at sjálvandi verða trivnaðarøki ein náttúrligur partur av nýggjum byggiøkjum, umframt at kommunan roynir at finna loysnir í gomlu býlingunum, har tað kortini ikki allastaðni letur seg so væl gera.

 

- Eitt annað, sum vit eisini arbeiða við, er at gera gongugøtur, sum kunnu binda býlingarnar saman, soleiðis at sleppast kann undan at ganga eftir høvuðsvegnum.

 

Bæði í Sandavági og Miðvági eru viðalundir, sum eru fantastiska vakrar, og her verður arbeitt við at víðka um økini.

 

Vága kommuna hevur arbeiðsfólk, sum arbeiða við tí grøna, og her hevur kommunan eitt gott samstarv við Skógrøkt Landsins, har tvey av starvsfólkunum hjá kommununi eisini luttaka í starvsvenjing.

 

Viðalundirnar eru skógarfriðaðar og liggja undir Skógrøkt Landsins.

 

- Bæði her við viðalundirnar og kring um í kommununi annars hava vit ítøkiligar ætlanir um at menna tey grønu økini, eins og vit vilja hava fleiri uppihaldsøki, sigur Rósa Samuelsen.