Fyrstu tíggju minuttirnar bendi einki á, at heimaliðið skuldi vinna í Leirvík. KÍ var ágangandi, og tá ið Álvur F. Christiansen setti hol á, var tað eftir fleiri upplagdar málmøguleikar til klaksvíkingar.
Minuttin eftir KÍ leiðslumálið, svaraði Víkingur aftur. Bárður Hansen skoraði eftir innlegg úr høgru, og tað var eisini dreingjaliðsspælarin, sum legði Víking framum. Eisini í tí førinum var tað eftir innlegg úr høgru.
Sama uppskrift varð nýtt, tá ið unglingaspælarin Finnur Justinussen undan hvíldini økti til 3-1. Eftir steðgin økti Per Jacobsen til 4-1 eftir innlegg úr høgru frá Bárði Hansen, og Finnur Justinussen økti til 5-1 eftir verjumistak. Leon Bjartalíð pyntaði stutt fyri leiklok um fyri KÍ, eftir at hann varð spældur leysur innanfyri verjuna.
Úrslitið í Leirvík ber við sær, at Víkingur eftir trivaliga sigurin í grannauppgerðini hevur lyfti seg upp á 14 stig ella eitt meiri enn KÍ. Víkingur hevur spælt 10 dystir, og KÍ hevur spælt 11 dystir.










