B36 kvinnurnar vunnu týskvøldið trivaligan 5-0 sigur á heimavølli ímóti GÍ. Støðan eftir 1. hálvleik var 2-0. Ása Dam á Neystabø við brotssparki og Heidi Sevdal skoraðu málini í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki skoraði Súsanna Hansen eina ferð, og Unn Kragesten gjørdi tvey mál.
EB/Streymur spældi síðsta landskappingardystin í hesum kappingarárinum, tá ið AB týskvøldið vitjaði. AB vann 1-0. Málið skoraði Bjørg Syderbø, tá ið eitt korter var eftir.
Støðan undan síðsta umfarinum, sum verður leygardagin, er tann, at KÍ og B36 hava 38 stig. Málmunurin hjá KÍ er +45, og málmunurin hjá B36 er +33. GÍ hevur 15 stig, og AB og EB/Streymur hava 8 stig. Málmunurin hjá AB er -27, og málmunurin hjá EB/Streymi er -30.
Leygardagin spæla GÍ og KÍ í Gøtu og AB og B36 á Argjum. Um KÍ megnar at vinna í Gøtu, er einki annað hugsandi, enn at klaksvíkskvinnur tryggja sær 8. FM heitið á rað, og at B36 vinnur silvur. GÍ hevur longu tryggjað sær bronsumerkini.