Teir hava selt 1,5 milliónir fløgur, hava 3000 limir í sínum fjepparafelag og áttu í fjør 18. mest seldu útgávuna í Danmark. Teir hava ferðast 1,3 milliónir kilometrar í sambandi við framførslur á festivalum, í høllum, á marknaðarplássum, og tað svarar til meira enn 30 ferðir runt verðina.
Dansibólkurin Kandis hevur verið virkin í 24 ár, og tað høvdu menninir í bólkinum ikki sæð fyri sær.
- Kandis byrjaði, tá ið vit gingu á musikkskúla. Vit fingu møguleikan at koma út at spæla saman við øðrum bólkum á musikkskúla, og nú hava vit verið virknir í 24 ár. Hetta er ítrívið, sum gjørdist til livibreyð, sigur Johny Hansen, sum sangari í bólkinum.
Teir spældu fyrstu ferð til einkjuball á einum gistingarhúsi 4. januar í 1989, og síðani hava teir undirhildið trimum milliónum fólkum.
Misti konuna
Um vikuskiftið vitjar Kandis aftur í Føroyum, og leygarkvøldið spæla teir til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
- Vit hava havt tveir framúr góðar ferðir í Føroyum, og vit gleða okkum sera nógv til at vitja aftur, sigur Johnny Hansen.
Hann hevur verið nógv frammi í Danmark, eftir at hann fyri fýra árum síðani misti konu sína. Eftir sótu hann og tvær døtur.
- Eg havi tað gott í dag, men ein slík hending gevur nøkur arr, sum tú ongantíð sleppur av við, men vit hava sum familja roynt at koma víðari. Serliga tann yngra gentan hevur verið av merkt av tí, sum hendi, og vit fara ongantíð at gloyma tað ella heilt at koma yvir tað, men vit royna sum frægast at liva við tí og koma víðari, sigur Johnny Hansen.










