Tritonus

Tritonus stovnaði John Høybye í 1971 og stjórnaði tí í 35 ár. Nýggi leiðari kórsins frá á heysti 2006 eitur Nishiki Sano og er av japanskari ætt.

 

Tritonus hevur í mong ár verið mett som eitt fremstu kórum í Danmørk. Sangskráin hevur fevnt um tónleik bæði til tað klassiska og tað nútíðar rytmiska. Kórið hevur gjørt konsertferðir víða hvar á europeiska fastlandinum, til Onglands, Ísraels, Kina, og Japan Í 1999 varð kórið boðið at luttaka í The Duke Ellington Centennial Festival í Washington, har tey eisini á øðrum støðum framførdu gitna verkið Sacred Concert eftir Ellington, som John Høybye skipaði fyri kór og orkestur, og sum hann framførdi við føroyska kórstevnukórinum árið eftir, í ár 2000. Seinasta uttanlandsferð kórsins var í apríl seinasta ár eftir innbjóðing frá Instituto Curitiba de Arte e Cultura í Brasilia.

Ikki minst vegna serliga vinskapin millum kórleiðaran John Høybye og okkara Frits Johannesen hevur Tritonus ofta vitjað hendavegin út í Atlantshav og eisini vestur til Íslands.

 

Tritonus hevur luttikið í fleiri altjóða kórkappingum. Nevnast kann, at á The 5th International Choir Competition í Budapest var kórið millum tey 63 úrvaldu av 200, sum søktu. Tritonus vann tá fyrstu virðislønina.

 

Í gitnum Disney-teknifilmum sum Vakurleikin og Djórið, Aladdin, Pocahontas, Klokkarin í Notre Dam o. fl. er tað Tritonus sum hoyrist syngjandi.

 

Samanumtikið eitt sera dygdargott og virkið kór, sum á hvørjum ári heldur 15-20 konsertir íða um í Danmørk og hevur latið frá sær hópin av diskum.

 

Nishiki Sano varð føddur í Danmørk í 1974. Seks ára gamal fór hann at spæla klaver, og áhugin fyri tónleiki menti seg ár undan ári. Í 1993 lutaðist honum talentlegat fra Nørre Gymnasium.

 

Eftir tónleikavísindaligan lesnað á Københavns Universitet og almenna tónleikalinju á Det Kgl. Musikkonservatorium kom N. Sano sær inn á dirigentklassan á DKDM, haðan hann leyk endaprógv í 2003. Av lærarum hansara kunnu nevnast professarin Dan-Olof Stenlund, Frans Rasmussen, Michael Bojesen, sjónleikarin Joen Bille og á seinni studium í Japan Seikyo Kim og Tanaka Nobuaki.

 

Umfram Tritonus stjórnar Nishiki Sano eisini øðrum kendum kórum sum t.d. Akademisk Kor, Korona-koret og Kammerkoret Hymnia.

 

Umframt sín serliga tokka til a cappella kórtónleik hevur Nishiki stóran áhuga fyri nýskapandi skipanum av eldri tónaverkum. Við sínum mentanarliga støði bæði í Danmørk og í Japan leggur hann seg eftir at sameina tað besta úr hesum báðum ymsu tónleikasiðaarvum.