Danski flotin fyllir 500 ár og í tí sambandi letur Triton, sum liggur á Tvøroyri, dyrnar upp fyri almenninginum frá í morgin klokkan 13.00. Triton hevur opið til og við leygardagin millum klokkan 13.00 og 16.00.
Umborð á Triton verður ymiskt at síggja, og leygardagin fer manningin umborð at spæla ein fótbóltsdyst móti einum liði av Tvøroyri.
Sunnudagin verður móttøka fyri innbodnum.