Mikudagin hevði Føroya Triathlon Felag, stytt FTF, aðalfund. Á fundinum stóð millum annað nevndarval á skránni, og tók øll nevndin við afturvali. Nevndin er nú skipað við Evaldi Rasmussen sum formanni. Gunnar Dahl Olsen er næstformaður, Eli Christiansen, kassameistari og Beinir Ramussen er skrivari. Tiltakslimir eru Kári Simonsen og Jákup Johansen.
Á fundinum varð annars semja um, at krøvini fyri luttøku á Oyggjaleikum framvyir skulu herðast. Framyvir verður kravt, at íðkarar, sum ynskja at vera við, hava ávísar royndir innan ítróttina, og eisini kann FTF seta kravtíðir, áðrenn luttøka verður góðkend.
Næsta kappingin hjá Triathlon felagnum verður annars nú mikukvøldið, tá 1/8-triathlon er á skránni. Talan er um opna kapping, og skulu luttakarar møta í svimjihøllini í seinasta løtu kl. 18.30.










