Trist at tað ikki verður tikið í álvara

Tað er ikki rætt, at ein pápi kann eiga 100 børn - og samfelagið skal rinda barnapengar fyri tey

- Tað er trist, at hetta ikki verður tikið í álvara.


Tað helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, tá ið løgtingið viðgjørdi málið um barnagjald til stakar uppihaldarar, sum vit umrøddu í eini grein fyri løtu síðani, og har endamálið er at javntseta børn hjá støkum, við børn hjá pørum.

 

Hon sigur, at hetta ikki eitt uppskot, sum hevur til endamáls at javntseta børn hjá støkum uppihaldarum við onnur børn.

 

- Hetta snýr seg um ísáðing, staðfesti hon.

Hon heldur, at endamálið við hesum uppskotinum er at eggja til eftirgjørdan gitnað. Hetta eru mammur, sum siga, at tær skulu eiga barnið sjálvar, uttan nakran pápa.

 

 

Trýst HER og les, at ætlanin er nú at gera eina føroyska lóg um eftirgjørdan gitnað

 

 

- Men tað er samfelagið, sum skal rinda, staðfesti hon samstundis.

 

- Soleiðis kann ein pápi eiga 100 børn, uttan at rinda nakað sum helst, tí samfelagið skal rinda.

 

Hon heldur, at sostatt verður hetta málið ikki tikið í álvara, tí sjálvandi skulu børn hava eina mammu og ein pápa og sjálvandi skulu børn hava rltt til at vita, hvør pápin er.

 

- Men eftir hesum kann ein kvinna fara í eitt katalog og velja sær eitt barn, alt eftir, hvussu tað skal síggja út, staðfestir hon.

 

Tað skal ikki vera so lætt at velja pápan frá við vilja, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Annars er ætlanin, at barnagjaldið til stakar uppihaldarar skal vera 12.996 krónur um árið, og fleiri tingfólk hildu ikki, at hetta var so stór gularót, at tað fekk nakra kvinnu at vraka pápan.

 

Vit hava meiri um sama mál í morgin árini