Trio Ovis á ferð kring Føroyar

Ein óvanlig samanseting av ljóðførum er tað, ið eyðkennir Trio Ovis, sum í hesari vikuni hevur seks konsertir við norðurlenskum tónleiki kring landið.


Trio Ovis varð stovnað í fjør summar, og er samansett av ljóðførunum trumpet, trombon og saxofon, og er kanska einasta samanseting av hesum slag í verðini.


Tað serstaka við Trio Ovis er blandingin av træblásara og messingljóðførum. Við hesari nýggju samanseting ber til at finna fram til nýggj ljóð, og arbeiðir trioin við at finna síni egnu livandi ljómaløg. Áhoyrarin kann tí vænta at fáa eina heilt øðrvísi uppliving.


Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir innanfyri klassiska kamartónleikin.


Tær, ið manna Trio Ovis eru: Kristina Thede Johansen, Hoyvík, á saksofon, Maria Wang Reinert, Kaldbak, á trombon og Sofie Brems Sørensen , Viborg, á trumpet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum (Kristina og Maria) og er tað tí einki løgið at trioin hevur fingið júst navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður.


Í fjør varð Trio Ovis boðið at spæla til Summartónar 2016, og hava tær, í tí sambandi, tríggjar konsertir. Í sambandi við at Summartónar hevur 25 ára hátíðarhald í ár, varð avgjørt, at allar konsertir skuldu innihalda føroyskan tónleik. Til hesar konsertirnar hava tær fingið fýra tónaskøld at smíðjað nýggj stykki, umframt tríggjar tónasmiðjar at útseta eldri verk hjá teimum til samansetingina.


Verk hjá Arnold Ludvig, Heðin Ziska Davidsen, Kim Kristensen umframt Sámal Jákup Jakobsen verða frumframførd. Harafturat verða útsetingarnar av verkum hjá Atla K. Petersen, Kára Bæk og Kristian Blak frumframførd.


Til kirkjukonsertirnar er skráin ein onnur. Trio Ovis leggur stóran dent á at spæla norðurlenskan tónleik, ið sæst á skránni, sum er samansett av kendari klassiskum verkum hjá Edvard Grieg, Carl Nielsen, H. J. Højgaard, O. Waagstein, Elin Brimheim Heinesen o.s.fr.


Av tí at talan ikki er um eina siðabundna samanseting av ljóðførum, hava limirnir í trioini sjálvir útsett flestu stykkini til hesar konsertirnar.