H71 - VÍF 24-22 (9-10)
Tá minni enn tveir minuttir resta av dystinum, sum er blivin dóptur »FM hálvfinalan«, verður málslúkurin og stóra stjørnan á H71 liðnum, Bogdan Florea útvístur. Støðan er 22-22 og VÍF skal hava mál fyri at koma í FM finaluna, men nú hava teir ein gyltan møguleika við einum manni í yvirtal.
VÍF spælir upp og so verður skotið. Í málinum bjargar Tóraldur Kollsker og H71 fer í álop. Tað gongur illa at bróta ígjøgnum, men brádliga er Hans Kári Hansen endaður á vinstra vongi. Hann sleppur í gjøgnum og úr spíksum klárar hann at tveita bóltin millum beinini á Eli Muller og í mál.
– Eg roknaði faktist ikki við, at eg fór at skora. Tað var úr so spískum, men eg royndi bara skrúva hann, sigur Hans Kári Hansen um um avgerandi málið.
Hetta var løtan, tá tað gjørdist øllum greitt, at H71 hevur enn eina ferð framt eitt bragd. Teir hava vunnið seg í FM finaluna við einum liðið, sum á pappírinum ikki er eins gott og tað, sum vann seg í finaluna í fjør.
Sterkar verjur
og góðir málmenn
Undan dystinum høvdu báðir venjararnir lova at leypa á við fullari ferð. Tað lyftið varð ikki bortið og tað var full ferð á frá byrjan. Men tað komu fá mál og aftaná níggju minuttir var støðan framvegis bara 1-1. Ári Dam í málinum hjá H71 og Eli Muller í málinum hjá VÍF stóðu sum brandar, meðan verjurnar tóku sær av restini. Hóast bara tvey mál, so var talan um ferðmikla og hendingarríka byrjan upp á dystin.
Síðani var VÍF eitt fet frammanfyri til hálvleiks. H71 gjørdi fleiri tekniskar feilir. Í fyrra hálvleiki gjørdi H71 heili 10 tekniskar feilir, meðan VÍF gjørdi seks. Hóast tað, so var munurin bara eitt mál, tá farið var til hálvleiks.
– Tað stendur nógv á og tí blívur tað ein intensur dystur. Vit gera ov nógvar tekniskar feilir, men tað eru nógvir nervar upp á spæl í dag og eg haldi onkir av okkara vóru merktir av tí í dag, sigur Petur Mittún við Rás2.
VÍF førir – H71 vinnur
Vestmenningar vóru omaná at kalla allan seinna hálvleik. Teir vóru á odda við einum og tveimum málum, og onkra hendingaferð á odda við trimum. Hvørja ferð H71 gjørdi eina roynd at hála upp á javnleik, so svaraðu vestmenningar aftur.
Tað er í hesum partinum av dystinum, at Bogdan Florea vísur sína styrki og sínar eginleikar. Hann skjýtur fleiri mál og tey flestu eru góð mál. Hann er ein einmansherur í álopspartinum og høvðusorsøkin til, at H71 framvegis var í dystinum.
– VÍF skuldi havt gjørt okkurt við Bogdan Florea. Saman við málmonnunum hjá okkum, so heldur hann okkum inni í dystinum, sigur Halgir Dahl Olsen, hjálparvenjari hjá H71.
Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, hevði eisini hugsað um at taka hann úr dystinum, men sá fleiri vansar við at gera tað.
– Eg havi sæð fleiri lið roynt at mansvart Bogdan Florea, men tað hevur ikki eydnast væl. Um tú hyggur eftir liðnum hjá teimum, so hava teir lítlar spælarar, sum flyta seg skjótt. Um tú velur at mansverja Bogdan, so gevur tú teimum meiri rúm at spæla í, greiður Henrik Gerster frá.
Ikki fyrr enn fýra minuttir fyri tíð megnar H71 at fáa javnvág í støðuna, tá Bogdan Florea við einum av sínum 12 málum skoraði.
Tríggjar minuttir fyri tíð javnar hann til 22-22 við tólvta málinum, fyri síðani at blíva útvístur. Restin er søga og H71 er annað árið á rað klárir at takast við KÍF í FM finaluni.