Trille var serliga í sjeytiárunum kend sum sangari.
Hon gjørdi eisini vart við seg í stríðnum um rættindi hjá kvinnum.
Hon vitjaði fleiri ferðir í Føroyum.
Í Tíðindablaðnum í november 1974 stendur á forsíðuni grein um, at kendir fólkasangarar vitja í Føroyum, nevniliga Cornelis Vreeswijk og Trille. Sagt verður í greinini, at Trille hevur vitjað í Føroyum tvær ferðir áður.
Á myndini omanfyri sæst Trille á ferð í Grønlandi saman við øðrum norðurlendskum sangarum, eittnú síggjast Hanus G. Johansen og Jan Danielsson á myndini. Jan, ið hevur spælt nógv við Spælimonnunum í Hoydølum, eigur myndina. Myndin er tikin síðst í áttatiárunum.
Trille var 71 ár, nú hon andaðist eftir stutta sjúkralegu.










