Amerikanska tríkiljan Avalanche, sum vitjaði í Føroyum fyri viku síðani, er nú komin til Skotlands.
Farið fór av Vági fyrrapartin týsdagin.
In.fo skrivaði um Avalanche, sum kemur úr Amerika, og er á heimsrundferð. Til Føroya kom Avalanche, eftir at hava vitjað fram við Mexico strondini, Panamaveitini og víðari á ferð til eitt nú Grønlands, Íslands, og síðani Føroyar.
Nú gongur leiðin til heitari himmalhválv, og Frakland, India og Australia eru nøkur av støðunum, ið eru sett sum varðar á leiðini fram.
John Barry III, ið eigur Avalance, sigur á síni Facebook síðu, at tað gekk sum eftir ánni at sigla úr Føroyum til Skotlands.










