Tríggjar til arbeiðis beinanvegin

Fyrstu føroysku klædnastylistarnir fingu prógvini handaði á hátíðarløtu í Perluni í mánadagin.

Fyrstu føroysku klædnastylistarnir fingu prógvini handaði á hátíðarløtu í Perluni í mánadagin.

 

Væl av fólki høvdu funnið vegin oman hetta summarkvøldið. Umframt stylistar við familju, vóru ráðgevar, samstarvspartar og modellir til staðar. 

 

- Støði er sera høgt. Málið hjá mær sum undirvísari hevur verið at menna tær samsvarandi tí, sum krevst á altjóða støði, bæði í mun til móta, stíl, fjølbroytni og kreativitet í arbeiðinum, sigur Katrina í Geil, sum er undirvísari.

 

Hon er ovfarin av, hvussu nærlagdar tær vóru.

 

- Longu hálva leið høvdu tær yvirhála tað, eg á nakran hátt hevði ímynda mær bar til at læra tær innan fyri tíðina, sum sett var av. Tær eru ymiskar og sera dugnaligar, hvør á sín hátt. Nú, tær eru lidnar, eru tær fult á hædd við kendar altjóða stylistar,” sigur Katrina í Geil.

 

Hetta samsvarar metingina, sum próvdómarin Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, hevði eftir próvtøkuna. Og longu áðrenn prógvhandanina høvdu tríggjar teirra fingið bjóða arbeiði. Hetta passar væl við tann tørvin, sum Katrina í Geil, metir vera í Føroyum eftir júst hesi vitanini.

 

- Ynski hjá teimum, sum nú eru lidnar, er, at henda vitanin eisini kemur inn í handlarnar í Føroyum, so ráðgevingin til føroyska kundan er í topp, sigur Katrina í Geil.