Tríggjar ólavsøkur eg minnist serliga væl  

- Nú hava vit eina unga madammu í familjuni, sum setur dagsskránna. So, hendan ólavsøkan fer óivað at verða merkt av ommuleiklutinum, sum eg elski, sigur Solby A. Christiansdóttir 

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, tað fari eg. Eri eg heima á ólavsøku, eri eg altíð á ólavsøku. 

Tað sigur Solby A. Christiansdóttir.

Hon vísir á, at ítróttur – serliga kappróður – hugni og arbeiði hava altíð verið yvirskriftir á hennara ólavsøkum. Næstan alla hesa øldina hevur hon arbeitt ein part av ólavsøkuni, men nú hon hevur skift starv, fer arbeiðið ikki at seta sama dám á tjóðarhátíðina.

- Eru vit ikki heima á ólavsøku, so er ólavsøkudagur kortini altíð ein serligur dagur, har vit eta væl, gera okkurt serligt og hugna okkum saman – sama, hvar vit eru stødd.  

Hvussu heldur tú ólavsøku? 

- Ólavsøka verður altíð hildin saman við vinum og familju. Seinnu árini, síðan synirnir eru vorðnir vaksnir, hava tey ungu sett dám á okkara ólavsøku við teirra deiligu veitslum og praktfulla sinnalag. Altíð stuttligt og hugnaligt at hava fult hús av ungum fólki. Tað setur lív í. 

Solby væntar tó, at ólavsøkan hesaferð verður nakað øðrvísi, tí nú hava tey eina unga madammu í familjuni, sum hon tekur til.

- Hon er seks mánaðir, og hon setur dagsskránna. So, hendan ólavsøkan fer óivað at vera merkt av ommuleiklutinum, sum eg elski, leggur hon aftrat. 

Hvat er tað besta við ólavsøku? 

- Uha, tað er so nógv, sum mann kann nevna - kappróður, føroysk klæði, ungdómur, vinfólk, familja, samvera, matur, veitslur og felagssangur heima og úti og sjálvandi midnáttarsangurin. 

 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist? 

- Eg minnist allar ólavsøkur síðan mína fyrstu í 1992. Men tað eru tríggjar ólavsøkur, sum eg minnist serliga væl. Tvær teirra hava við kappróður at gera. Tann fyrra, tá vit vunnu sjeynda og seinasta FM-róðurin tað árið – 2001, og hin er ólavsøka 2012, tá vit taptu ólavsøkuróðurin eftir at hava vunnið allar hinar. Tað er ólavsøka upp á tað besta og tað versta.

 

Solby sigur, at so er tað ólavsøkan í fjør, sum eisini gjørdist nakað serligt, tá systir hennara, Janhild, sum býr í Ný Sælandi, var heima við manni, og trý av børnunum vóru við teimum. 

- Tað var framúr at kunna halda ólavsøku saman fyri fyrstu ferð í eini 30 ár, og av tí sama gjørdi áarførið á ólavsøku í fjør ikki mun fyri mítt viðkomandi, sigur hon.  

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøku? 

- Eg haldi, at tað er spell, at ólavsøka ikki verður hildin um allar Føroyar. Allastaðni. Øll hava ikki møguleika ella hug til at fara til Havnar at halda ólavsøku, men tað er tjóðarhátíð okkara. Tí haldi eg, at man saktans kundi havt ólavsøkuhald í Fuglafirði, Vestmanna, Klaksvík, Tvøroyri, Sandvík, Húsavík, Skúvoy, Hattarvík – ja, hvar tað skal vera. 

Solby nevnir eitt dømi frá summarinum 1984. 

- Tá var eg sjey ára gomul, og vit hildu summarfrí í Føroyingahavnini í Grønlandi, tí babba arbeiddi har – og smekkfult av øðrum føroyingum við. Tá hildu vit ólavsøku í Føroyingahavnini við skrúðgongu, røðu, fótbóltsdysti og øðrum, sum eyðkennir ólavsøkuna. 

Hon sigur, at fólk høvdu frí hendan dagin - akkurát sum í Føroyum, og tey hildu ólavsøkudag, hóast tey ikki vóru í Havn.  

- Eg haldi, at tað hevði verið gott, um tað hevði verið so í Føroyum. Akkurát sum flaggdagshald ella grækarismessuhald, sum verða hildin um alt landið á hvørjum ári, sigur Solby A. Christiansdóttir.