Leygardagin 30. mai í fjør skipaði Tórshavnar kommuna saman við staðbundnu nevndunum fyri einum sonevndu oyggjadegi, har fólk høvdu høvi at uppliva tríggjar gimsteinar í Tórshavnar kommunu ein og sama dag. Høvi var nevniliga at vitja í Hesti, Koltri og Nólsoy.
Í Hesti var høvi at gera náttúrusøkjandi gongutúrar, har bygdarfólk og fólk við tilknýti til bygdina vóru við á ferðini, og her fekst eisini okkurt gott til matna. Í Koltri varð greitt frá býlingunum, eins og her var høvi at síggja nýumvældu og snotuligu bygningarnar, Heima í Húsi.
Í Nólsoy, har dagurin endaði, var sannur bygdarhugni við livandi tónleiki, stórari uttanduragrill og nólsoyarmentan í stórum stíli.
Gunnar Djurhuus, økissamskipari hjá Tórshavnar kommunu, sum hevði til uppgávu at samskipa oyggjadagin, sigur, at umleið 210 fólk vóru við á túrunum í fjør.
- Ætlanin er at skipa fyri einum slíkum degi aftur í ár. Enn er ikki endaliga gjørt av, nær oyggjadagurin í ár verður, men hann verður í øllum førum ein leygardag í seinnu hálvu av mai. Vit vóru kanska nakað sein at lýsa við oyggjadegnum í fjør, men vit ætla at verða fyrr á sjóvarfallinum í ár.
Økissamskiparin vísir á, at pláss helst skal verða fyri eini 450 til 500 fólkum, og hugsandi er, at okkurt verður skipað eitt sindur øðrvísi hesaferð.
- Hóast afturmeldingarnar í fjør vóru góðar, ætla vit at gera okkurt øðrvísi í ár. Í fjør hildu fólk, at steðgurin í Koltri var heldur stuttur, og í ár verður eisini hugsað um at gera onkrar gongutúrar í Nólsoy.
Gunnar Djurhuus sigur, at útferðin til Nólsoyar í ár møguliga verður ein túrur burturav. Tó verður tað altíð soleiðis, at tey, sum fara út í Hest og Koltur, eisini fáa høvi at enda ferðina og kvøldið í Nólsoy.
- Endamálið við at vitja hesar gimsteinar í Tórshavnar kommunu - Hest, Koltur og Nólsoy - er, at túrarnir skulu gerast ein “appetitvekjari” til fólk í størri mun at vitja hesar náttúruperlur, sum hesar oyggjar eru, sigur økissamskiparin hjá Tórshavnar kommunu.