Tríggjar milliónir í avlopi fýra ár á rað

Meðan stór føroysk byggifeløg hava havt trupulleikar at fáa endarnar at røkka saman, hevur eitt meðalstórt byggifelagið í høvuðsstaðnum seinastu fýra árini árliga havt slakar tríggjar milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt.

Business Line skrivar, at P/F Húsavarðatænastan, við heimstaði í Tórshavn, hevur havt góðan byr í fleiri ár á rað og kann stafesta eina tvífalding í bruttoavlopi tey seinastu fýra árini. Hóast inntøkurnar hetta tíðarskeiðið eru tvífaldaðar, so hevur felagið dugað so væl at tillaga raksturin, at pláss er fyri einum munagóðum avlopi á botnlinjuni í fleiri ár á rað. 

Byggifelagið Húsavarðatænastan lýsir seg sjálvt sum húsavarðar hjá stovnum og virkjum og umftamt at virkið átekur sær allar vanligar uppgávur í byggivinnuni.

Sí vinnuskránna hjá P/F Húsavarðatænastan í BL.FO