Á býráðsfundi í gjár valdi Klaksvíkar býrað at fylgja tilmælinum hjá mentanarnevndini um at játta tríggjar miljónir krónur í stuðli til Varpið.
Grunnurin Mentanarhúsið hevði annars søkt um stuðul á fimm miljónir krónur.
Í skrivinum til býráðið stendur, at grunnurin hevði vónað at fingið fígging frá løgtinginum, men eingin fígging fyriliggur á fíggjarlógini fyri 2024.
- Tí hevur býráðið nú játtað eina eykajáttan, soleiðis at verkætlanin kann førast á mál.
Lagt verður aftrat, at bygningurin, sum er Mentanarhúsið Varpið, verður yvirtikin seinasta dag í hesum mánaðinum, nevniliga hin 31. januar.