Tríggjar konsertir í trimum kirkjum

Leygardagin 24.januar bjóða Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg til tríggjar serstakar konsertir.

Leygardagin 24.januar bjóða Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á klaver til tríggjar serstakar konsertir - í ávikavist Christianskirkjuni í Klaksvík, Fuglafjarðar kirkju og í Glyvrar kirkju.

 

Birgitte og Monika hava hetta árið fingið bjóðað fleiri spennandi konsertuppgávur uttanlands, men tær ynskja at byrja sítt virksemi í 2015 á "heimavølli" í Føroyum.

 

Allar tríggjar konsertirnar hesaferð verða sama dag.

 

Á fyrstu konsertini spæla tær sum matiné í Christianskirkjuni í Klaksvík klokkan 11. Næsta konsertin verður í Fuglafjarðar kirkju klokkan 16, og klokkan 19.30 spæla tær kvøldtónar í Glyvrar kirkju.

 

Konsertløturnar vara í ein góðan hálvan tíma. Hetta er lættur klassiskur tónleikur, sum hóskar til byrjanina av nýggja árinum.


Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg fara at framføra løg eftir Dvorák, Léhar og Kreisler, og tað er ókeypis atgongd til allar konsertirnar, sum verða leygardagin 24. januar.