Ein kanning í apríl og tvær eftir at valið varð útskrivað benda á endurval av báðum fólkatingsumboðnum úr Føroyum.
Sambandsflokkurin hevur staðið seg sera væl í teimum trimum veljarakanningum, sum higartil eru gjørdar í sambandi við fólkatingsvalið – hóast afturgongdin er stór. Borið saman nógvar kanningar seinastu tvey árini, sum hava givið Sambandsflokkinum søguliga lága undirtøku, so stendur væl til, nú flokkurin stendur til at fáa 25,5 prosent á fólkatingsvalinum, hóast tað er ein afturgongd upp á 5,3 prosentstig.
Javnaðarflokkurin, sum hevur staðið seg sera væl í veljarakanningum til løgtingsvalið – og teirri fyrstu kanningini til fólkatingsvalið, sum varð gjørd í apríl, sær út til at hava mist momentum. Men framgondin er kortini 2,4 prosentstig – og tað er framvegis langt niður til Tjóðveldi á triða plássi, sum í seinastu kanning er 5 prosentstig aftan fyri Javnaðarflokkin.
Sambært kanningini hjá Kringvarpinum siga 46 prosent av teimum spurdu, at tey annaðhvørt ikki hava tikið støðu ella ikki ætla sær á val.
Tað vil siga, at 54 prosent ætla sær á val at atkvøða. Bera vit saman við valluttøkuna til seinasta fólkatingsval, so var valluttøkan 58,9 prosent. Um vit siga, at vallutøkan verður tann sama hesaferð, so eru tað 4,8 prosent at atkvøðunum, sum skulu taka støðu og býtast út á flokkarnar. Tað svarar til 1.107 atkvøður.
Munurin í kanningini millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi er 5 prosent. Tað svarar – eftir tølunum frá seinasta vali – til 1.155 atkvøður.
| Fólka-flokkurin | Sambands-flokkurin | Javnaðar-flokkurin | Sjálvstýris-flokkurin | Tjóðveldis-flokkurin | Mið-flokkurin | Framsókn | Zakarias Wang |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
| Kanning |
Fólkatingsvalið 15. september 2011 | 19 | 30,8 | 21 | 2,3 | 19,3 | 4,2 | 3,3 | 0 | nummar |
Fynd 21. apríl 2015 | 17,4 | 26,9 | 28,8 | 0,9 | 17,2 | 3,4 | 4,9 | 0,5 | 1 |
Fynd 8. juni 2015 | 15,3 | 26,1 | 24,6 | 3,1 | 20,6 | 4,9 | 5 | 0,3 | 2 |
Lóðir (KvF) 11. juni | 16,5 | 25,5 | 23,4 | 3,3 | 18,4 | 5,7 | 5,4 | 1,8 | 3 |
munur | -2,5 | -5,3 | 2,4 | 1 | -0,9 | 1,5 | 2,1 | 1,8 |
|