Tríggjar bøtur skrivaðar í Klaksvík

Løgreglan heldur, at tað sum heild er væl vorðið við skúlar og barnagarðar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at náttin hevur verið so friðarlig, sum sjáldan áður.

 

- Tað er ikki meira enn, at telefonin hevur ringt.

 

Gjáramorgunin hevði løgreglan enn einaferð málrælttað átak, har vitjað varð við skúlar og dagstovnar. 

 

- Vit vóru við skúlar og stovnar eitt nú í Klakavík, Havn og Sørvági, og sum heild vóru børn væl íbundin.

 

Í Klaksvík vóru tó tríggjar bøtur skrivaðar í gjár.

 

- Í tí eina førinum sat barnið ikki í trygdarbelti, og í einum øðrum føri var tað bilførarin sjálvur, sum ikki var íbundin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í tí triðja førinum í Klaksvík steðgaði ein bilførari í steðgiplássinum hjá bussunum.

 

- Soleiðis skrivaðu vit tríggjar bøtur í Klaksvík í gjár, segði vaktleiðarin í morgun.

 

Løgreglan heldur, at tað sum heild er væl vorðið við skúlar og barnagarðar.

 

- Tess oftari vit eru úti og kanna umstøðurnar, jú betur er vorðið.

 

Vaktleiðarin helt fyri, at kanska gloymir onkur seðlarnar, tá longri er ímillum átøkini hjá løgregluni.