Í kvøld verður árliga Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri send í sjónvarpinum. Hetta er fyrstu ferð í trý ár, at konsertin verður hildin fyri fullum sali.
Umframt orkestrið og stóra kórið framføra eisini tríggir solistar.
Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tyrol í Eysturríki, fer at syngja »Toreador song« úr operuni Carmen.
Klaverspælarin Aksel Remmel, ið lesur á konservatorium í Danmark, fer at spæla 1. sats av klaverkonsert nummar 2 hjá Sergej V. Rachmaninov.
Og Hanne Marit Mordal Iversen, ið tekur útbúgving í klassiskum sangi í Noregi, fer at syngja ariuna »O zittre nicht« úr Gandafloytuni hjá Mozart.