Tríggir sigrar á Malta

(Sjónbandabrot) Føroyska landsliðið hevur spælt móti Malta tríggjar ferðir.

Tvær ferðir í HM 1998 undankapping og eina ferð í einum venjingardysti í 2004. Her er ein samanumtøka av serliga teimum báðum dystunum í 1997.

 

Fyrsti dysturin millum londini var á Ta’ Qali leikvøllinum í Malta. Føroyska liðið hevði í undanfarnu undankapping vunnið greiðar sigrar á San Marino, so tað vóru vónir um eitt gott úrslit.

 

Malta - Føroyar 1-2: (Trýst HER fyri at síggja brot frá dystinum)

 Tað ganga bara átta minuttir, so hevur Stefan Sultana lagt Malta á odda. Eftir ein minni góðan fyrra hálvleik kemur føroyska liðið fyri seg í seinna hálvleiki.

 Miðskeiðis í seinna hálvleiki verður Todi Jónsson rendur um koll í botsteiginum hjá Malta. Brotssparkinum tekur Øssur Hansen sær trygt av og javnar.

 Tá mest sum øll hava vant seg við tankan um 1-1 á Malta, so slær Todi Jónsson enn eina ferð til. Hann rekur framvið fleiri mótstøðumonnum og komin nakað í vinstru síðu uttanfyri brotssteing meddar hann til. Bólturin endar í handara málhorni til stóra gleði fyri føroysku spælararnar og føroysku viðhaldsfólkini. Eitt framúr mál frá Toda!

 

 

Dysturin í tølum (Faroesoccer.com)

Malta – Føroyar 1-2 (1-0)

1-0         Stefan Sultana, 8

1-1         Øssur Hansen, 63 br

1-2         Todi Jónsson, 89

 

Føroyar: Jens Martin Kundsen(GÍ) – Óli Johannesen (B36), Jens Kristian Hansen (B36), Pól Thorsteinsson (VB), Henning janskor (GÍ), Rúni Nolsøe (HB), Allan Mørkøre (HB), Øssur Hansen (GÍ), Julian Johnsson (B36), John Petersen (B36), Todi Jónsson (Lyngby)

Út: John Petersen og Allan Mørkøre (64.min)

Inn: Uni Arge (HB) og Jens Erik Rasmussen (HB) (64.min)

Á bonkinum: Jákup Mikkelsen (Herfølge BK, Dan), Bartal Eliasen (ÍF), Mikkjal Thomassen (HB), Andreas F. Hansen (HB) og Sámal Joensen (GÍ)

Leikvøllur: Ta’ Quali

Áskoðarar: 7000

 

Stórspæl á Svangaskarði

Tað var sett nýtt áskoðararmet, tá Føroyar 8. juni í 1997 á Svangaskarði tók móti Malta. Skrásettir eru 6.642 áskoðarar og tað er met í Føroyum. Undan dystinum var tosað um, at Allan Simonsen, táverandi landsliðsvenjari hjá Føroyum, ikki vildi hava spælararnar at taka trýstið á seg, eftir at teir høvdu vunnið dystin á Malta stutt frammanundan.

 

 Tað skuldi vísa seg, at áskoðararnir og landsliðið spældi í somu takt í fyrra hálvleiki, har føroyska liðið setti Malta upp á pláss. Uni Arge og Todi Jónsson skoraðu málini til hálvleiksstøðuna 2-0.

 

 Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Jan Dam, liðskipari og sweepari á liðnum, reytt kort, tá han var dømdur fyri at nýta hondina til hjálpar á málstrikuni. Malta minkaði um munin við eftirfylgjandi brotssparkinum. Tó megnaði føroyska liðið at halda fast og vinna dystin.

 

Føroyar - Malta (Fyrri partur) (Trýst HER fyri at síggja 1. part)

Spælararnir koma á vøllin á Svangaskarði. Liðini singja tjóðsangin og dysturin verður settur í gongd. Føroyska liðið hevur eina roynd á málið, áðrenn Uni Arge leggur Føroyar á odda 1-0. Jens Kristian Hansen(B36) fær fatur á bóltin í vinstru. Hann setur ferð á og spælir Toda Jónsson(FCK). Framherjin rekur framvið mótstøðumanninum og leggur bóltin innfyri til Una Arge, sum setur fótin á bóltin og skoarar.

 

Føroyar - Malta 2-1: (Trýst HER fyri at síggja 2. part)

Todi Jónsson leggur Føroyar á odda 2-0. Uni Arge sendir Øssur Hansen avstað í vinstru. Toftamaðurin leggur bóltin innfyri til Toda Jónsson, sum er púra kaldur og skorar til 2-0. Tað eru fýra minuttir til hálvleiks og føroyska landsliðið spælir sambært Sosialinum kanska besta landsdystin nakrantíð. Soleiðis stendur at lesa í Sosialinum:

 

Sosialurin týsdagurin 10. juni 1997:

 

Stórspæl – Fyrra hálvleik móti Malta spældi føroyska landsliðið nakað av tí besta teir nakrantíð hava gjørt, og í seinna hálvleiki bardust teir við 10 monnum fyri sigrinum. Tað var eitt framúr føroyskt avrik.

 

 Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Jan Dam, liðskipari og sweepari á liðnum, reytt kort, tá han var dømdur fyri at nýta hondina til hjálpar á málstrikuni. Malta minkaði um munin við eftirfylgjandi brotssparkinum. Tó megnaði føroyska liðið at halda fast og vinna dystin. Faktist er Henning Janskor um reppið at økja til 3-1.

 

Seinast í brotinum er eisini ein samrøða við Jan Dam, sum er vónbrotin av útvísingini.

 

- Eg má taka ábyrgdina á meg sjálvan. Eg kiksaði ein bólt, sum eg átti at sparka vekk. Eftir mínum tykki, so dettur bólturin á øsklina á mær, sigur Jan Dam millum annað við Sjónvarp Føroya, sum hevur framleitt sjónbandabrotið.

 

Dysturin í tølum (Faroesoccer.com)

Føroyar – Malta 2-1 (2-0)

1-0         Uni Arge, 6

2-0         Todi Jónsson, 41

2-1         Gilbert Agius

Føroyar: Jens Martin Knudsen (GÍ) – Jan Dam  (HB), Óli Johannesen (TB), Pól Thorsteinsson (VB) – Henning Janskor (GÍ), Øssur Hansen (GÍ), Jens Kristian Hansen (B36), Allan Mørkøre (HB), Julian Johnsson (B36) – Uni Arge (HB) og Todi Jónsson (Lyngby)

Út: Uni Arge, 73 og Henning Janskor, 79

Inn: Magni Janskor (GÍ), 73 og John Petersen (B36)

Á bonkinum: Jákup Mikkelsen (Herfølge), Rúni Nolsøe (HB), jens Erik Rasmussen (HB), Helgi L. Petersen (NSÍ) og Andreas F. Hansen (HB)

Leikvøllur: Svangaskarður

Áskpðarar: 6.642

 

Venjingardystur í 2004

Í 2004 er venjingardystur á skárnni, tá Malta kemur til Føroyar at spæla. Á Svangaskarði vinnur føroyska liðið 3-2. Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Fróði Benjaminsen skjóta føroysku málini.

 

Sostatt hevur føroyska liðið vunnið allar tríggjar dystirnar móti Malta.