Tað er stórur munur á fiskiskapinum eftir upsa tá ið rist er í trolinum og tá ið ongin rist er í trolinum
Tað vísa royndir, Havstovan Vónini, Vørn, og reiðaríið Origin, hjá skipinum Heyki og Falki hava gjørt.
Endamálið var at kanna, hvørja ávirkan skiljirist hevði á veiðuna av upsa, og í hvønn mun ristirnar skilja smáan upsa frá, sigu Havstovan á heimasíðu síni.
Loyvt varð at fiska í stongdum køssum. Tilsamans vórðu 46 tóv gjørd, 21 uttan rist og 25 við rist. Úrslitið var, at ristin skildi tann smáa upsan frá soleiðis, at miðalstøddin var tríggar sentimetrar størri við rist enn uttan rist, ella 57,6 sentimetrar, afturímóti 54,6 sentimetrum.
Veiðan av smáum upsa undir 55 sentimetrar, var munandi minni við rist enn við ongari rist. Ristin skildi sostatt umleið 60% av upsanum minni enn 55 sentimetrar, frá.
Samanlagda veiðan við rist var minni enn uttan rist, men við verandi fiskaprísum fekk skipið við rist nærum 1 kr meira fyri kilo enn skipið uttan rist.
Filmsbrotini bendu á, at fiskurin ikki tók stóran skaða av ristini. Allir fiskarnir, ið fóru út gjøgnum ristina, svumu væl frá trolinum. Ristin riggaði væl, og mælt verður til, at hon verður brúkt í øllum vanligum fiskiskapi eftir upsa.
Ynskiligt er tó, at fleiri royndir verða gjørdar, áðrenn veruligar niðurstøður verða gjørdar, sigur Havstovan.
|










