Tríggir nýggir fáa møguleikan

Í dag er Hallur Hansson ikki millum teir fyrstu ellivu

Jóannes Bjartalíð er í dag millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Føroyar og Litava fara at spæla landsdyst í fótbólti í Nations League kappingini. Hvørki liðið hevur vunnið úrtøku úr fyrstu umførunum, og tí snýr tað seg í dag um at sleppa undan aftasta plássinum.

 

Sammett við týskvøldið, tá ið Føroyar taptu 1-0 á heimavølli ímóti Luksemburg, eru tríggir nýggir spælarar á føroyska liðnum. Teir eru Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen.

 

Tveir av teimum, sum týskvøldið vóru millum teir fyrstu ellivu – René Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar – eru leikbannaðir, og liðformaðurin Hallur Hansson er í dag millum teir á beinkinum. Nýggjur liðformaður er Viljormur Davidsen.

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Viljormur Davidsen, liðformaður – Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen, Klæmint A. Olsen

 

 

 

 

 

 

 

Jóannes Bjartalíð er í dag millum teir fyrstu ellivu