Tríggir handtiknir fyri stuldur

Um middagsleitið í gjár varð boða frá stuldri úr bilum og úr Rúsuni í Havn

Beint fyri middag í gjár varð boðað frá stuldri úr tveimum bilum uttan fyri Miðlon í Havn. Eisini varð boðað frá stuldri í Rúsuni.

Løgreglan var skjót á staðið og fekk fatur á teimum trimum persónunum í grannalagnum. Teir vóru allir tiknir við á støðini og skuldsettir fyri stuldur. Teir høvdu onkrar av lutunum, teir høvdu stolið, uppi á sær.

 

Í øðrum bilinum høvdu teir brotið ein rút, tí er talan um innbrot og um stuldur.