Tríggir hálvfinalistar funnir

Tríggir av fýra hálvfinalistum í Capital One Cup, eru í kvøld funnir

Tríggjar fjórðingsfinalur hava í kvøld verið á skránni í ensku steypakappingini, Capital One Cup.

 

Felags fyri allar tríggjar av dystunum var at Premier League feløg spældu ímóti liðum úr næstbestu ensku deildini.

 

Og felags fyri allar tríggjar dystirnar var eisini, at Premier League feløgini vóru ov sterk fyri feløgini úr næstbestu ensku deildini.

 

Manchester City spældi á heimavølli móti Hull City, og vann dystin 4-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Dysturin livdi leingi við spenningi, men seinastu løtuna gjørdi Manchester City av álvara bart, tá teir skutu trý mál. Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, fekk Hull City minkað um munin.

 

Everton vann á útivølli móti Middlesbrough 2-0 við málum frá Gerard Deulofeu og Romelu Lukaku.

 

Og í seinasta dystinum vann Stoke City 2-0 á heimavølli móti Sheffield Wednesday.

 

Seinasta fjórðingsfinalan í Capital One Cup verður spæld í annaðkvøld, tá Premier League feløgini Southampton og Liverpool spæla á St Mary’s Stadium í Southampton. Tann dysturin byrjar klokkan 19:45.

 

 

Úrslitini í kvøld:

Manchester City – Hull City 4-1

Middlesbrough – Everton 0-2

Stoke City – Sheffield Wednesday 2-0