Tríggir føroyingar millum 100 tey ríkastu í ríkinum

Tveir teirra liggja sum nummar 34 og ein nummar 75

Ríkastu føroyingarnir sambært danska miðlinum Økonomisk Ugebrev eru Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen, sum tilsamans eru størstu eigarar í Bakkafrost. Oddvør Jacobsen er mamma Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, og einkja eftir Hans Jacobsen, sála, fyrrverandi stjóra á Bakkafrost.

Sambært Økonomisk Ugebrev, sum hevur gjørt listan við 100 teimum ríkastu fólkunum í danska kongaríkinum, so eiga Regin og Oddvør Jacobsen virði fyri tilsamans 5,1 milliard krónur. Tað er sambært Økonomisk Ugebrev 1,2 milliardir krónur meira, enn tey áttu í fjør, tá virði teirra var 3,9 milliardir krónur.

Hin føroyingurin á listanum er Gullak Madsen, skipari og reiðari á nótabátinum Ruth, sum býr í Hirtshals. Hann er nýggjur á listanum hesaferð og er komin inn á pláss 76. Virðið hjá honum er sambært Økonomisk Ugebrev 2,6 milliardir krónur.

Hóast Gullak Madsen nú er nýggjur á listanum, so hevur hann áður verið á listanum á nøkulunda sama plássi. Orsøkin til tað kann vera, at hann fyri nøkrum árum síðani keypti felaga sín, Óla Nattestad, út úr felagnum. Men nú hevur hann aftur vunnið so mikið nógvan pening innaftur, at hann aftur er á listanum millum 100 tey ríkastu fólkini í danska kongaríkinum.

Men virksemið hjá Gullaki Madsen fevnur sambært Økonomisk Ugebrev um annað enn fiskiskap.

Tí har verður virksemið lýst soleiðis:

»Selskabets væsentligste aktiviteter (Tað er felagið GTM, red.) er gennem dattervirksomheder at drive erhvervsmæssigt fiskeri, udlejning af ejendomme, handel og produktion og andet dermed i forbindelse stående virksomhed samt i øvrigt at fungere som holdingselskab, at foretage investeringer samt valutahandel.«

 

Gullak Madsen eigur millum annað fleiri bygningar í Havn, og leigar eitt nú hølir til Føroya Landsstýri at hýsa Fiskimálaráðnum. Hann hevur eisini í hyggju at byggja eitt parkeringshús við Bøkjarabrekku í Havn, har hann eigur fleiri hús, sum skulu beinast burtur til frama fyri verkætlanina.

 

Nevnast kann, at tey ríkastu í Grønlandi á listanum eru nummar 92 og 93. Tað eru Jens Kristian Friis-Salling og Miki Brøns (búgvið eftir Anders Jonas Brøns). Báðir partar eiga í reiðarínum Polar Seafood Greenland A/S.

Ríkast í Danmark er Lego-familja Kirk Kristiansen. Teirra virði eru sambært listanum 322,5 milliardir krónur. Og tey hava vunnið nógv seinasta árið, tí í fjør var virðið hjá teimum »bara« 261,4 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur upp á 61,1 milliard krónur.

Nummar tvey á listanum er familjan Holch Povlsen. Teirra virði er 134,6 milliardir krónur.

Tey tjena sínar pengar við at selja klæði gjøgnum Bestseller. Og síðani í fjør – tað vil siga í koronutíðini, hava tey tjent sera nógv, tí í fjør var virðið hjá teimum 44,9 milliardir. Tað vil siga, at tey seinasta árið eru vorðin 89,7 milliónir ríkari.