Tríggir eru settir millum áskoðararnar

Føroyingar eiga yvirvág millum áskoðararnar

Tað eru 19 spælarar í føroyska leikarahópinum. Tá ið tað eru í mesta lagi 16 spælarar á dómaraseðlinum, so hevur tað alla tíðina verið greitt, at tríggir spælarar verða millum áskoðararnar.

 

Nú er tað greitt, hvørjir teir tríggir eru, sum venjararnir hava gjørt av, í dag skulu sita millum áskoðararnar.

 

Teir tríggir eru Allan Norðberg, Rói á Skipagøtu Ellefsen og Óli Mittún.

 

At tað eru hesir tríggir, sum eru settir millum áskoðararnar, ber við sær, at tað eru fýra strikuspælarar í 16 manna hópinum. Teir eru Teis Horn Rasmussen, Ísak Vedelsbøl, Pætur Mikkjalsson og Helgi Hildarson Hoydal, sum varð innkallaður eftir, at hópurin hevði verið saman fyrstu ferð. Hann var ikki við í fyrstu atløgu, tí hann var skaddur. Strikuspælararnir eru eisini góðir verjuspælarar. 

 

Føroysku áskoðararnir eru við at fjølgast í høllini. Teir eru litaðir í føroysku litunum, og teir eru rættiliga mælskir.

 

Føroysku spælararnir hava verið á vøllinum í stóru høllini í góða løtu og hita upp.

 

##med2##