Orsaka av steypafinaluni, sum var í gjárkvøldið, heldur besta fótbóltsdeildin frí í dag. Í næstbestu deildini eru tríggir dystir á skránni í dag, og 23. umfar verður liðugt í annaðkvøld, tá ið tveir dystir eru ásettir at vera.
Hóast HB hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, so er liðið framvegis á odda. Í dag er aftur stór avbjóðing á skránni, tí FC Suðuroy bíðar á Vágseiði.
Í gjár vann besta liðið steypafinaluna, og í dag eigur næstbesta liðið hjá Víkingi heimavøll. B71, sum hongur í klønum tráði, er á veg til Leirvíkar.
Teir næstbestu hjá B36 fáa vitjan av KÍ. Bæði liðini eru mitt í røðini. Fyrr í summar hava tey dystast tvær ferðir, og í báðum førunum var talan um 2-1 heimasigrar.
Í morgin fær Skála vitjan av B68, og EB/Streymur skal um Suðuroyarfjørð at hitta TB.
22. umfar
Í dag
Víkingur-B71: Alex Troleis kl. 17.00
B36-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00
FC Suðuroy-HB: Súni Fríði Barbá kl. 15.20
Í morgin
Skála-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
TB-EB/Streymur: Pætur Albinus kl. 19.00
Støðan undan 22. umfari
HB 42
B68 40
Skála 35
FC Suðuroy 34
B36 30
Víkingur 30
KÍ 2
EB/Streymur 23
TB 20
B71 14
TB og B71 hava spælt 20 dystir og hini liðini 21 dystir.











