Tey tilnevndu til Føroysku tónlistavirðislønirnar, sum verður tann 15. mars, eru funnin.
Tað eru Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, sum skipa fyri tiltakinum.
Tríggjar dómsnevndir á fimm fólk hava tilnevnt innan hvør sín bólk. Teir tríggir bólkarnir eru Popp-bólkurin, Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkurin og Opni bólkurin.
Í Sosialinum, sum kann keypast her, eru allar tilnevningarnar at finna og eisini frágreiðingar um, hvussu dómsnevndirnar eru skipaðar.
Les eisini: Byrta flestar tilnevningar
Les eisini: Kvartettin í Betesda tilnevnd FMA
Her fæst eitt yvirlit yvir Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkin:
Ársins sangari ella einleikari
Kári Sverrisson
Jón Aldará
Høgni Lisberg
Ársins bólkur ella einstaklingur
Týr
Hamferð
Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins fløga
Valkyrja – Týr
Evst – Hamferð
Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins sangur
Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Tokan – Marius og Svævar Knútur
Nation – Týr