Tríggir bilførarar tiknir – fyri rúsdrekka og rúsevni

Tveir vórðu tiknir í Havn og ein í Eysturoy

Í nátt hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar, tí tey halda, at teir vóru ikki heilt appilsinfríir tá ið teir koyrdu. Tveir vórðu tiknir í Havn og ein varð tikin í Eysturoy.

 

Í tí fyrsta førinum kom løgreglan fram á ein bil í Havn klokkan tvey í nátt, har tey fingu illgruna um, at bilførarin hevði kenning, so hann varð tikin við á Landssjúkrahúsið, har ein blóðroynd varð tikin.

 

Stutt eftir varð ein annar bilførari eisini tikin – men hann mest sum bað um at verða tikin. Hann var á veg ígjøgnum rundkoyringina á Velbastaðvegnum við nýggju brúnna um Sandá. Men hann kláraði ikki runt og rendi á oynna mitt í rundkoyringini.

 

Tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av bæði einum og øðrum, so hann varð eisini tikin á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin av honum, bæði fyri at vita um hann var ávirkaður av rúsdrekka og fyri at vita um hann eisini var ávirkaður av rúsevnum.

 

Um fýra tíðina í nátt komu tey eisini fram á ein bilførara í Eysturoy, sum tey fingu illgruna til. Eisini hann varð førdur fyri ein lækna, har blóðroynd varð tikin av honum, bæði fyri at vita um hann var ávirkaður av rúsdrekka og fyri at vita um hann var ávirkaður av rúsevnum.