Tríggir bilførarar mistu koyrikortið

Ein koyrdi meiri enn tvær ferðir so skjótt, sum teir høvdu loyvi til

Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar inn í Eysturoynni.

 

Úrslitið av tí var, at fimm bilførarar vórðu skrivaðir upp, og hjá trimum av teimum var støðan serliga álvarslig, tí teir mistu koyrikortið.

 

Tveir av teimum kunnu bjarga sær koyrikortinum, fara teir upp til nýggja koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, men ein misti tað á staðnum.

 

Tann eini bilførarin koyrdi meiri enn tvær ferðir so skjótt, sum hann hevði loyvi til, við tað, at hann koyrdi 109 kilometrar um tíman, har hann hevði loyvi til at koyra 50. Hann misti koyrikortið treytaleyst.

 

Ein annar koyrdi 124 kilometrar tímam har tað er loyvt at 80, og ein koyrdi 87 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50.

 

Teir báðir missa koyrikortið treytað. Tað merkir, at teir kunnu bjarga koyrikortinum við at fara upp til nýggja koyriroynd, bæði í koyring og í teori, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir.

 

Harafturat fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið. Annar koyrdi 108 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, og hin koyrdi koyring 76 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50.