(Tilgjørd mynd)

Tríggir bilførarar fáa treytaða frádøming av koyrikortinum

Nýggi Havnarvergurin og Velbastaðvegurin við Norðastahorn eru sannar fellur at spæla sær av við koyrikortið

(Tilgjørd mynd)

Tá løgreglan í gjár gørdi ferðmátingar í Kollfjarðadali var ein bilførari máldur itl atkoyra 112 km um tíman á landsvegnum, har mest loyvda ferð er 80 km um tíman. Tað kostar honum umframt ein bót eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

 

Tá løgreglan seinni gjørdi ferðmátingar á nýggja Havnarvegnum, sum er vegurin av rundkoyringini á Hvítanesi út í tunnilin til Marknagil í Havn, varð ein bilførari máldur at koyra 87 km um tíman. Av tí at ferðin á Havnarvegnum er niðursett til frá 80 til 60 km um tíman, so fellur revsingin skjótari, um tú koyrir ov skjótt.

 

Tað vanliga er, at tá tú koyrir 30 km um tíman skjótari enn loyvt er, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortið. Men tá ferðin er niðursett, so er tað nógv strangari. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum. Tað vil siga, at koyrir tú 75 eftir Havnarvegnum, so fært tú klipp í koyrikortið, og koyrir tú 80 km um tíman, so er tað treytað frádøming av koyrikortinum.

 

Tað sama er galdandi á Velbastaðvegnum út í móti Norðastahorni. Har er ferðin eisini niðursett til 60 km um tíman. Og har var ein bilførari máldur at koyra 91 km um tíman. Og sjálvt um løgreglan trekkir 3 km um tíman av fyri óvissu, so er tað framvegis so nógv, at viðkomandi umframt bót eisini fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

 

 

 

 

 

(Tilgjørd mynd)