Í gjárkvøldið var eitt minni ferðsluóhapp í Havn. Talan var um tríggjar bilar, sum rendu saman í einum harmonikusamanstoyt, sum tað verður rópt, tá fleiri bilar renna saman – hvør aftan fyri annan.
– Í flestu førum, kanska 9 út av 10, klárar bilur nummar 2 at steðga, og so kemur nummar trý við ov nógvari ferð og rennir á nummar 2, sum verður skumpaður í nummar 1, sigur vaktleiðarin. Men hesaferð var tað øðrvísi. Tá tann fyrsti bilurin steðgar fyri einumhvørjum, rennir næsti bilurin í reyvina á honum. So kemur tann triði og rennir upp í reyvina á bili nummar tvey.
Og tá tú rennir í bilin, sum koyrir frammanfyri, so hevur tú ikki hildið neyðugu frástøðuna, og tað gevur klipp í koyrikortið. Í hesum førum verða tað so tveir bilførar, sum fáa klipp í koyrikortið.
Vaktleiðarin sigur, at ferðin var ikki nógv, men tá ferðslan í Havn mangan er sera tøtt, so er umráðandi at halda frástøðuna og at vera ansin, sigur hann.