Tríggir 23 ára gamlir eru valdir á ting

Men tann yngsti, sum er valdur á ting yvirhøvur, er Jákup í Jákupsstovu, sum varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Vága valdømi við 234 persónligum atkvøður tann 6. november í 1945.

 

Og hetta metið hevur eingin tikið hesi 70 árini.

 

Jákup í Jákupsstovu var tá 23 ára, 3 mánaðir og 30 dagar gamal.

 

Á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011 varð Hanus Samró valdur á ting. Hann er tann næstyngsti, sum valdur er á ting.

 

Hanus Samró var tá 23 ár, 5 mánaðir og 29 dagar gamal.

 

Á løgtingsvalinum í 1966 var Finnbogi Iskasen (Ísakson) valdur á ting. Tá var hann tann næstyngsti nakrantíð – nú tann triðyngsti.

 

Finnbogi Isaksen var fá 23 ár, 9 mánaðir og 1 dag.

 

Mikudagin tók Kristina Clementsen úr Tjóðveldinum sæti á tingi sum yngsta tingfólk nakrantíð, ið hevur havt sæti á tingi. Hon er 19 ára gomul. Tað metið átti Jørgen Niclasen, sum í 1989 hevði sæti á tingi í nakrar dagar fyri Svend Åge Ellefsen. Hann var tá 20 ára gamal.

 

Jørgen Nicalsen fekk fast sæti á tingi í 1991, tá Svend Åge Ellefsen fór í landsstýrið. Tá var Jørgen 22 ára gamal og yngsti maður, sum hevur havt fast sæti á tingi.

 

Hetta metið tók Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum í 1998, tá hann fekk fast sæti á tingi fyri Helenu Dam á Neystabø, sum tá fór í landsstýrið.

 

Jákup Sverri Kass var tá 21 ára gamal.

 

Hóast Kristina Clementsen nú eigur metið sum yngsta fólk á tingi nakrantíð, so er tað undrunarvert, at vit skulu leita meira enn 70 ár aftur fyri at finna yngsta fólk, sum er valt á ting.