Tað eru bara Skúlatrøð í Klaksvík og á Fløtum í Havn, at tað verða tríggir 1. flokkar hetta skúlaárið, sum byrjar mikudagin.
Á Skúlatrøð fara 66 næmingar í skúla í trimum 1. flokkum. Har eru 41 dreingir og 25 gentur.
Í skúlanum á Fløtum eru 65 næmingar, sum eisini fara í tríggjar 1. flokkar. Har eru 37 gentur og 28 dreingir.
Frá næsta skúlaári at rokna verða næmingatalið lækkað úr í mesta lagi 24 niður 22 næmingar í hvørjum flokki. Byrjað verður við teimum, sum fara í 1. flokk næsta skúlaár, og so fylgir nýggja floksstøddin teimum, og teimum næmingum, sum fara í skúla komandi árini. Hægsta talið í hinum flokkum verður framvegis í mesta lagi 24 næmingar.