Klipp Filmsfelag Norðurlandahúsins fer nú undir vetrarskránna. Allar sýningarnar verða í Høllini í Norðurlandahúsinum mikukvøld klokkan 20, har Gardar Hall fer at vísa filmarnar. Fyrsta sýningin verður komandi mikudag hin 15. oktober og hin seinasta verður mikudagin 14. apríl.
Dogville er heitið á fyrsta filminum hjá Klippi í vetur. Hetta er nýggi filmurin, frumsýndur í ár, hjá kendasta danska leikstjóranum Lars von Trier.
Høvuðsleiklutin hevur Oscarvinnarin Nicole Kidman. Filmurin er hin næsti í røðini eftir Dancer in the Dark, sum við íslendsku Björk í høvuðsleiklutinum fekk Gyltu Pálmarnar í Cannes 2000. Eins og í undanfarnu filmum Triers er tað Vibeke Windeløv, ið er framleiðsluleiðari fyri danska felagið Zentropa Productions.
Dogville er um hina vøkru Grace (Nicole Kidman), sum rýmir undan brotsmonnum og kemur til fjarløgdu bygdina Dogville. Unga skaldið Tom (Paul Bettany) fær bygdarfólkið at fjala hana, men so skal hon eisini arbeiða afturfyri.
Tá løgreglan fer at leita eftir Grace, vil bygdarfólkið - og serliga menninir í Dogville - hava meira aftur fyri, skulu tey framhaldandi fjala rýmingin.
Nú má Grace endurskoða hugsanina um góðsliga fólkið á bygd. Men samstundis veit hon eitt loyndarmál, sum, kemur tað fram, verður vanlukkuligt, ikki bara fyri hana, men sanniliga eisini fyri alt fólkið í Dogville.