Á ólavsøku legði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ein nýggjan løglista fram. Í løglistanum, sum løgmaður leggur fram á ólavsøku, eru øll tey mál, landsstýrið ætlar at leggja fram í tingsetuni. Løglistin er eitt sokallað arbeiðsprogramm hjá landsstýrinum. Men í farnu tinsetu gekk tó einki serligt við at leggja tey mál fram, sum ætlað var.
Ein uppgerð í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin vísir, at av teimum málum, landsstýrið ætlaði at leggja fyri Løgtingið í farnu tingsetu, átti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, tey flestu, meðan løgmaður sjálvur eingi mál legði fyri Løgtingið.
Serliga er tað Løgmansskrivstovan, ið haltar eftir, tá talan er um at bera mál í Tingið. Í løglistanum stóðu ellivu mál, ið Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ætlaði at leggja fyri Løgtingið. Men einki av málunum kom vegin fram í farnu tingsetu. Somuleiðis ganga heili fimm av sjey málum aftur í nýggja løglistanum, sum løgmaður legði fyri Løgtingið í gjár.
Síggj tann samlaða løglistan og yvirlitið yvir hvørji mál vóru løgd fram í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin.










