Triði hvør føroyingur er smittaður

Smittutølini við koronu hava rættiliga tikið dik á seg fyrstu dagarnar í árinum.

 

 

 

 

Í mánaðinum, sum nú er um at halla, hava 12.026 føroyingar verið smittaðir við koronu. Tað er tvífalt so nógv, sum vóru smittað fyri 2022.

 

Tilsamans hava nú 18.038 føroyingar havt koronu. Tað er 33,6 prosent av fólkatalinum, ella ein góður triðingur av øllum fólkunum í Føroyum.

 

Siga vit, at smittutrýstið verður tað sama í februar, sum tað hevur verið í miðal seinastu vikuna, so fara 690 fólk at verða smittað í miðal um dagin næsta mánaðin.

 

Tá vit so koma til 1. mars, tá øll tilmæli hjá landsstýrinum í sambandi við koronu verða tikin av, hava 43.568 fólk í Føroyum verið smittað. Tað eru 81,2 prosent av fólkinum í Føroyum.

 

Tá kunnu vit vóna, at vit hava fingið tann floksimmunitet ímóti smittuni, sum vit hava tosað so nógv um.a