Í morgin sunnudagin 29. apríl skipar Føroya Triathlon Felag fyri triathlonkapping í tí sokallaða OL teininum. Tað er júst hesum teininum kappast verður á til komandi Oyggjaleikir.
OL teinurin er:
* 1500 metrar svimjing
* 40 kilometrar súkkling
* 10 kilometrar renning
Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað 4 ferðir millum rundkoyringarnar við Svimjihøllina, Skansan og Hvítanesvegin. Tá skift verður frá súkkling til renning, verður skift við parkeringsøkið við Plantusøluna á Hvítanesvegnum. Runnið verður vestanfyri Skógrøktini. Málið er á parkeringsplássinum hjá Skógrøktini.
Favorittur at vinna kappingina er uttan iva Guðmundur Joensen, sum seinastu árini hevur vant miðvíst hesa spennandi ítóttargrein. Í næstum skal Guðmundur luttaka í stórari kapping í Lissabon. Tá verður kappast í ½ ironman, tað vil siga umleið tað dupulta av OL teininum.
Triathlonkappingin byrjar kl. 13.00, og luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl. 12.30.