Triathlon
FM í 1/4 Triathlon sum skuldi verða 29. september er av tekniskum ávum útsett ein mánað, og Føroya Triathlon Felag skipar tí sunnudagin 27. oktober kl. 13.00 fyri FM í 1/4 Triathlon.
Kappingin fer fram í Havn, og verður hesaferð á sokallaða OL-teinurin, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.
Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Liðugur at svimja skal íðkarin skunda sær út á súkkluna, og verður súkklað til Kaldbaks, inn aftur í Kaldbaksbotn, út til Kaldbaks enn einaferð, og so aftur til Havnar, til rundkoyringina á Norðara Ringvegi, og so oman til Skógrøkt Landsins, har skift verður til renning.
Renningin verður tvær ferðir frá Skógrøkt Landsins, til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og aftur til Skógrøkt Landsins, har málið er.
Fyri at økja um áhugan fyri hesi ítróttagrein, nú stundar til Oyggjaleikir, bjóðar FTF stovnum og feløgum at senda bestu ítróttafólk síni til kappingina.
Fyri ikki heilt at ræða fólk, er avgjørt at stovnar og fyritøkur kunnu vera við sum lið t.v.s. at ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða fyritøkuna.
Best er sjálvandi um allir íðkararnir eru frá somu fyritøku, men hetta er eingin treyt.
Um ikki ber til at finna eina hóskandi súkklu, so ringið, og FTF finnur eina.
Kappast verður soleiðis í lið-sprint: 750 m svimjing, 20 km súkkling, 5 km renning
Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali, síðani út á súkkluna, og verður súkklað frá Svimjihøllini til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins.
Her verður skift til renning, og runnið verður frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Runnið verður 6 ferðir runt.
Nú kappingin verður so seint á árinum, er umráðandi at íðkararnir eru væl klæddir, tí er veðrið ikki til vildar, kann túrurin gerast møðsamur og ógvuliga kaldur, so best er at binda um heilan fingur.