Triathlon aftur á skránni

Komandi sunnudag skipar Føroya Triathlon Felag - FTF - fyri næstu triathlon kapping í ár. Kappast verður í sokallaða OL-teininum

Kappingin sunnudagin er fjórða kappingin, ið FTF skipar fyri í ár, og er hetta samstundis fjórða kappingin í Grand Prix 2002 kappingini.

Kappast hevur verið tvær ferðir í Duathlon (svimjing og renning), og eina ferð í Sprint Triathlon. Hesuferð er so aftur triathlon á skránni, men nú verður teinurin væl longri.

Kappast verður í OL-teininum, og tá skal luttakarin svimja 1500 metrar, súkkla 40 kilometrar og at enda renna 10 kilometrar.
Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður frá svimjihylinum, oman eftir Eystara Ringvegi, til Kaldbak, inn aftur til Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbak og so allan vegin aftur til Havnar, har skift verður í renniskógvar við Plantusøluna.
Runnið verður síðan yvir til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og niðan aftur til Plantusøluna. Teinurin skal rennast tvær ferðir. Málið er við Plantusøluna.

Hetta er fjórða umfar av Grand Prix 2002 kappingini. Hjá monnum liggur Eli Christiansen á odda, og hjá kvinnum Katrin Sørensen.
Eli hevur vunnið sær eitt fjórðapláss og tvey triðjapláss, og hevur sostatt samanlagt 90 stig.
Katrin luttók ikki í fyrstu kappingini, men hevur síðan vunnið tí næstu og triðju kappingina. Katrin hevur samanlagt 80 stig.
Kappingin byrjar kl. 13 sunnudagin, og luttakarar skulu møta kl. 12.
Tilmelding fer fram hjá Evald Rasmussen á tlf. 31 65 52.