Triðji hvør føroyingur trýr á himmal og helviti

Nýggjastu hagtølini frá Gud signi Føroyar eru um himmal og helviti

Í kvøld hevur annar partur í sendirøðini Gud signi Føroyar verið á skránni í sjónvarpinum hjá Kringvaprinum. Eins og undanfarna hóskvøld vóru nøkur hagtøl framløgd í sendingini - hesaferð um himmal og helviti. Kanningin er gjørd av fyritøkuni Lóður. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum sæst, at kanningin varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

 

 

Kanningin spurdi: Hvør av hesum setningum lýsir best tína trúgv um hvat hendir, tá tú doyrt?

Svarmøguleikarnir vóru soljóðandi:

- Eg trúgvi uppá eitt lív eftir deyðan, men ikki uppá ein serligan/ávísan himmal ella helviti

- Eg trúgvi, at ein fer til himmals ella til helviti

- Eg trúgvi, at ein heldur uppat at eksistera

- Eg trúgvi uppá ein himmal, men ikki eitt helviti

- Eg trúgvi uppá reinkarnatión

- Eg veit ikki, hvat hendir

 

 

 

 

Og sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum var úrslitið, at 23 % trúðu á eitt lív eftir deyðan, men ikki uppá ein serligan/ávísan himmal ella helviti. 36 % svaraðu, at ein fer antin til himmals ella til helviti. 11 % hildu, at ein heldur uppat at eksistera. 12 % trúðu á ein himmal, men ikki eitt helviti. 1 % trúðu á reinkarnatión, tvs. at tú verður fødd/ur aftur í einum øðrum líki. Og 17 % søgdu seg ikki vita.