Triðja umfar byrjar í kvøld

Triðja umfar í Vodafone-deildini byrjar í kvøld klokkan 18.30 í Sarpugerði í Norðragøtu.

Har kemur 07 Vestur á vitjan hjá Víkingi, sum við hesum hevur møguleikan at leggja seg á odda í deildini. Í øllum fram til sunnudagin, tá tríggir aðrir dystir verða blástir ígongd.

Víkingur hevur fýra stig eftir teir báðar fyrstu dystirnar í kappingini. 07 Vestur eigur enn fyrsta stigið tilgóðar, og tað er sjálvandi tað, sum farið verður eftir í kvøld.