Triðja úttøkukappingin í fjallasúkling

Leygardagin verður triðja úttøkukappingin millum fjallasúklarar, sum vilja royna at sleppa á landsliðið, sum fer at kappast á oyggjaleikunum á Burmuda.

Triðja kappingin tekur umlleið 90 minuttir og verður hildin á sonevndu FM XCM 2012 rutuni, sum sæst á heimasíðuni hjá Fjallasúkklufelagnum www.mtb.fo

Felagið sigur, at súkklað verður tríggjar ella fýra ferðir runt á gøtuni, soleiðis at vinnaratíðin verður umleið 90 minuttir. Ferðin verður rættiliga nógv merkt av, hvussu vátt lendið er.

- Tí verður endaliga avgjørt á degnum, hvussu nógv umfør verða súklað, og allir luttakarar súkla líka langt, sigur felagið.

Lagt verður aftrat, at meðan báðar tær fyrru úttøkukappingarnar vóru tekniskt lættar og serliga vístu nakað um konditión og skjótleika, so vísir hendan kappingin meira um samlaðu fjallasúkklueginleikarnar súklarunum.

- Longu og tungu mótbrekkurnar fara at vísa, hvussu súklarar eru fyri at halda út, og fløturnar og omankoyringarnar á gøtum við gróti og góðum forðingum vísa tekniska førleikan.

Fjallasúkklufelagið sigur, at lagt verður fyri klokkan 10, og seinasta freist at heinta nummar er klokkan 10.30. Síðan verður upphiting, og henda verður liðug klokkan 10.45, og klokkan 11 byrjar sjálv kappingin.

- Kappingin er liðug klokkan 13, og tá verður kaffi, køkur og frukt at fáa, sigur felagið.