Triðja PISA-kanningin skal takast í álvara

Mentamálaráðið fer í triðju PISA-kanningini at eggja næmingum, lærarum og skúlum at gera sítt besta og taka kanningina í álvara. Mentamálaráðið heitir eisini á øll, sum varða av næmingunum, um at stuðla teimum so væl sum møguligt

Aftan á fyrstu Pisa-kanningarnar vóru røddir frammi, sum vildu vera við, at vit øll vóru ov illa fyrireikað, og at ikki allir næmingar og lærarar tóku kanningina í nóg stórum álvara. Helena Dam á Neystabø vil gera sítt til, at hetta ikki kemur fyri aftur.

Landsstýriskvinnan í mentamálum vónar, at øll hesaferð taka PISA-kanningina í álvarara, og at næmingar og lærarar spenna seg út og veruliga gera sítt allarbesta, soleiðis at kanningin kann geva eitt rættvísandi úrslit, so vit fáa eina holla og álítandi vitan til at bøta um undirvísingina í framtíðini.

Triða PISA-kanningin í Føroyum verður í døgunum 23. til 27. Tá skulu allir næmingar í 9. flokki verða við í eini nýggjari PISA-kanning.


Vánaligt úrslit í PISA 2006

Í 2006 vóru Føroyar fyri fyrstu ferð við í einari regluligari PISA-kanning, ið varð gjørd samstundis í 57 londum. Til samanberingar kann nevnast, at triðja kanningin í 2009 verður gjørd í tilsamans 62 londum.

Í kanningini í 2006 vóru úrslitini hjá føroysku næmingunum í náttúrulærugreinum á einum munandi lægri stigi enn hjá næmingum í hinum Norðurlondunum. Føroyar lógu á einum 47. plássi ájavnt við Teiland og Rumenia.

Í lesing lógu føroysku næmingarnir á einum 45. plássi millum Meksiko og Bulgaria, og í støddfrøði á einum 41. plássi millum Grikkaland og Ísrael – í báðum førum munandi lægri enn norðurlendska miðalstigið.

Fleiri niðurstøður frá PISA 2006 bendu á, at vánaliga úrslitið í Føroyum eisini hongur saman við, hvussu eitt lítið oyggjasamfelag er sett saman. Í summum førum vera bóklig virði raðfest lægri enn onnur vinnulig virði.

Ein onnur niðurstøða nevnir, at við so nógvum smáum skúlum er trupult at hava fakligan læraraførleika í øllum lærugreinum.


Samanberast við onnur lond

PISA - styttingin stendur fyri: »Programme for  International Student Assessment« - er altjóða kanning, sum mátar førleikar, ið serfrøðingar í OECD-londunum halda vera grundleggjandi og neyðugar hjá einstaka borgaranum, soleiðis at hann megnar tær avbjóðingar, sum vitanarsamfelagið setur.

Ein PISA-kanning skal vísa førleikastøðið hjá næmingunum samanborið við næmingar í øðrum londum. Í hvørjari kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Hesi eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir.

Í eini undankanning í 2005 var høvuðsdentur lagdur á at kanna lesiførleikan, í PISA 2006 var høvuðsdentur lagdur á at kanna førleikan hjá næmingum innan náttúrulærugreinir, og í PISA 2009 verður høvuðsdenturin aftur lagdur á at kanna lesiførleikan hjá næmingunum.


Vitan skal nýtast

PISA-kanningin varpar ljós á, hvussu tey ungu duga at nýta eina vitan, sum tey hava ognað sær í undirvísingini. PISA varpar ikki ljós á innihaldið í einari námsætlan, men á hvussu tey ungu ítøkiliga duga at nýta sína vitan, tá ið ein uppgáva skal loysast.

Úrslitini av PISA-kanningini verða millum annað brúkt til at samanbera Føroyar við onnur lond. Talan er eisini um eitt framúr gott tilfar at granska í, so vit fáa neyðuga vitan til at bøta um undirvísingina fyri at hækka førleikastøðið hjá næmingunum.

Í eini PISA-kanning ber eisini til at síggja, hvussu úrslitið av undirvísingini er í mun til tilfeingisnýtslu og umstøður  annars. PISA er sostatt eisini eitt amboð hjá stjórnunum í einstøku londunum, tá ið støða skal takast til, um nóg mikið fæst fyri teir pengar, sum brúktir vera í undirvísingarhøpi.

Í Føroyum skipar Mentamálaráðið fyri kanningini.

Øll úrslit av kanningini, sum Mentamálaráðið skipar fyri, verða kunngjørd í desember 2010.