Triðja bind av Leirvíkar bygdarsøgu

Á sólarkaffi í Leirvík 13. februar kemur Leirvíkar bygdarsøga bind 3 út og verður løgd fram í Bygdarhúsinum, har borgarstjórin, Jóhan Christiansen, heldur røðuna.

Leirvíkar Bygdarsøga bind 3 er 380 blaðsíður við hópin av gomlum og nýggjum myndum, sum á sín hátt lýsa skúla- og kommunusøguna, ið eru tær stóru søgurnar í hesum bindi. Skúli hevur verið í Leirvík síðani 1872, og langt frammanundan vóru ferðalærarar í bygdini. Í 1883 varð Gamli Skúli bygdur Uppi á Gadd, og í 1929 skúlin, sum er miðskeiðis í bygdini. Teir togtogaðust um henda skúlan í eini 10-12 ár, áðrenn hann við slit og bit varð bygdur. Næstu bygningarnir komu eftir tørvi og tíðarkrøvum í seksti- og áttatiárunum og uttan stórvegis hóvasták. Hetta er nútímans skúli við fimleikahøll, svimjihyli og serstovum. Hann verður nú aftur dagførdur til nýggja skúlabygnaðin saman við Gøtu Skúla.

Eysturoy var ein kommuna eftir kommunulógini frá 1872. Har var tilskilað, at bygdirnar kundu gerast sjálvstøðugar kommunur, sohvørt tær vóru mentar. Leirvík var síðsta bygdin, sum sleit kommunubandið, sum tá bert var við Fuglafjørð, og gjørdist sjálvstøðug kommuna og sókn í 1918. Skemtað var tá við, at bara Fuglafjørður hevði ongantíð loyst. Í 90 ár var Leirvík serstøk kommuna og kom tey árini at royna alt, sum ein kommuna kundi koma út fyri. Tí er kommunusøgan eitt drama. Í 2009 løgdu Leirvík og Gøta saman og skaptu Eysturkommunu.

At enda í bindi 3 eru nøkur søgubrot úr bygdini t.d. vápnaførir menn, minurnar undir 2. heimsbardaga, lækni og jarðarmóðir, telefonin, viðarlundin og Bygdarhúsið. Martin Fjallstein, sum er leirvíkingur, er rithøvundi, og bygdarmaðurin Axel Eysturstein prentari greiðir bókaverkið til prentingar. Hópin av heimildarfólki og skjalatilfari hava gjørt sítt til, at tilfarið er fjølbroytt bæði í teksti og myndum.