Andras Miðskarð hevur verið virkin innan Heimamissiónina í mong ár. Eitt nú hevur hann seinastu 16 árini verið leguleiðari á barna- og summarlegunum og sunnudagsskúlalærari í 40 ár.
Tað var serliga gjøgnum sunnudagsskúlaarbeiðið, at Andras skjótt fann útav, at tilfar á føroyskum til børnini innan tað kristna økið ikki var nøktandi, og tí fór hann sjálvur at skriva smásøgur til børnini, sum hann tók við sær í sunnudagsskúlan, og tær, ið børnunum dámdu, vóru góðtiknar. Hesar eru nú savnaðar í trimum bókum: »Á barnaárum ungu« kom út í 1989, »Bráð er barnalundin« í 1966, og nú kemur bókin »Hugnaløtur«.
Hesar bøkurnar eru ætlaðar til undirvísing í heimum, skúlum og sunnudagsskúlum, sigur rithøvundurin.
Nýggja bókin »Hugnaløtur« er prýdd við tekningum til søgurnar. Tekningarnar hava Erik Hansen og Archibald Blach gjørt. Niels í Horni hevur prýtt kápumyndina. Fyrst í bókini eru søgur til børn, síðani koma søgur til ung og vaksin. Men sjey av søgunum eru at rokna sum sólasøgur. Bókin er 157 blaðsíður, kostar 150 krónur og kemur út á egnum forlag.