Tað sá ikki út í seinna settinum at vera 52 pláss á muni millum heims eittaran, Caroline Wozniacki, og Elena Vesnina, men danin vann kortini trygt til endans. Í fyrra settinum breyt Wozniacki servuna hjá Vesnina og kom upp á 3-1. Við støðuna 5-2 breyt danin aftur servuna og vann settið 6-2.
Javnari gekk á í seinna settinum, og sjálvt um Wozniacki hevði átta møguleikar at bróta servu, hendi ta´ikki fyrr enn við støðuna 4-3 til danan.
Tá breyt Wozniacki servuna og kundi síðani serva sigurin heim.
Elena Vesnina var undan kappingini í Charleston nummar 53 á heimsstyrkilistanum, men helst flytir hon nøkur pláss upp eftir at vinna fram til finaluna.
Hetta er triði sigurin hjá Caroline Wozniacki í ár, Doha, Indian Wells og nú Family Circle Cup í Charleston.